Innanlands

Enn ein bilførari ávirkaður av euforiserandi evnum

Løgreglan hevur staðfest tíggju mál higartil í ár, har bilførarar hava verið ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka

2024-03-07 08:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt fleiri bilførarar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka.

Higartil í ár hevur løgreglan skrásett tíggju mál við bilførarum, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av euforiserandi evnum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Í nátt, nakað eftir midnátt, var ein bilførari tikin nærhendis Skipaneskrossin og kannaður. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum.

Minsta revsing fyri at koyra bil ávirkaður av euforiserandi evnum er treytaleys frádøming av koyrikortinum í minst eitt ár, upplýsir løgreglan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder