2021-01-11 11:34

Eingin nýggjur smittutilburður av korona varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta er nú annar dagur á rað uttan nýggjar smittutilburðir.
Í gjár vórðu 646 kanningar gjørdar, og samlaða talið av gjørdum kanningum í Føroyum er nú næstan komið upp á 209.995.
Tilsamans hava nú 646 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Síðan í gjár eru trý fólk vorðin frísk, so talið av smittaðum í løtuni er 36.
Tvey fólk eru í løtuni innløgd á sjúkrahúsi í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald