Uttanlands

Enn ein demokratisk kvinna bjóðar seg fram

Tað er trongsul í røðini eftir at sleppa at gerast demokratiskt forsetavalevni í USA

2019-02-11 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn ein kvinna hevur sett seg á listan yvir demokratar, ið ynskja at stilla upp móti Donalt Trump, tá forsetaval verður aftur í USA í november næsta ár.

Tað er senaroturin úr Minnesota, Amy Klobuchar, sum í gjárkvøldið boðaði frá, at hon er við í ”kappingini”.

58 ára gamla Amy Klobuchar er fyrrverandi almennur ákæri, og gjørdi vart við seg undir hoyringunum av eitt nú Brett Kavanaugh, tá hann skuldi tilnevnast til hægstarættardómara.

Nú hava ikki færri enn fimm kvinnur bjóðað seg fram í stríðnum at gerast demokratiskt forsetavalevni. Hinar eru Elizabeth Warren, Kamala Harris, Tulsi Gabbard og Kirsten Gillibrand.

Les eisini: Elizabeth Warren bjóðar seg fram sum forsetavalevni 

Og viðmerkingin hjá sitandi forsetanum til fráboðanina hjá Amy Klobuchar: Hann gjørdi gjøldur burtur úr, at tað kavaði tá hon kom við fráboðanini, hóast hon sigur seg vilja stríðast fyri veðurlagsbroytingunum:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder