Uttanlands

Enn ein demokratur bjóðar seg fram

Tim Ryan er tann 17. á listanum yvir fólkum, sum vilja stilla upp móti sitandi forseta

2019-04-05 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski kongreslimurin, Tim Ryan, boðaði í gjár frá, at hann er við í stríðnum um at gerast valevni hjá demokratunum til amerikanska forsetavalið í 2020.

Higartil hava 17 fólk alment boðað frá, at tey ynskja at gerast umboð fyri demokratiska forsetan til komandi forsetaval.

45 ára gamli Tim Ryan vónar, at hann kann fáa atkvøður frá fleiri veljarum, sum í 2016 valdu at seta kross sín út fyri núverandi forsetan, Donald Trump.

- Eg veit, hvussu ein verður valdur í teimum valdømunum, har arbeiðarastættin býr, segði Ryan í eini sjónvarpssending hjá ABC.

Tað var serliga arbeiðarastættin, sum í 2016 vendi demokratunum bakið.

- Trump hevði nógv lyftir, men hann hevur ikki megnað at hildið tey, sigur demokraturin, sum hevur heimstað í statinum Ohio.

Tim Ryan gjørdist gitin í heimlandinum, tá hann í 2016 stillaði upp móti Nancy Pelosi í stríðnum at gerast leiðari fyri demokratarnar í Umboðsmannatinginum.

Hann helt, at stundin var komin til, at flokkurin fekk nýggja leiðslu. Tað eydnaðist honum ikki at vinna á Pelosi, sum í dag er 79 ár.

Onki er at ivast í, at Tim Ryan fær tað trupult móti fleiri av teimum valevnunum, sum longu nú hava bjóðað seg fram.

Teirra millum er senatorurin Bernie Sanders, sum eisini var valevni í 2016, senatorurin Kamala Harris frá Kalifornia og fyrrverandi kongresslimurin, Beto O’Rourke, frá Texas.

Eisini fyrrverandi varaforsetin, Joe Biden, væntast at fara at stilla upp, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder