Løgreglan: Eitt mál um smugling av hassj til Føroya er viðgjørt í Føroya Rætti í dag. Tað var ein samdur dómsmansrættur, sum dømdi eina kvinnu og ein mann eitt ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í part fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hashi til Føroya í januar í ár.
Fólkini, sum komu til Føroya við Norrønu í januar í ár, vóru steðgaði av tollvaldinum við komu. Kanningar vístu skjótt, at bilurin, sum fólkini ferðaðust í, var serliga tilgjørdur til smugling. Í tveimum loyniligum rúmum millum dúrkið og botnin í bilinum fann politiið stóru nøgdina av hashi.
Fólkini, sum hava verið varðhaldsfongslað, síðani tey komu til Føroya, játtaðu seg lutvíst sek í Føroya Rætti, men greiddu frá, at tey ikki vistu, at talan var um eina so stóra nøgd av hashi, sum var í bilinum.
Hóast hesa frágreiðing frá teimum ákærdu, dømdi ein samdur dómsmansrættur bæði fólkini fyri at hava smuglað knapt 24 kilo av hashi til Føroya. Fólkini vóru hvør sær dømd 1 ár og 10 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Umframt hashið, var eisini bilurin, sum hashi var smuglað í, konfiskeraður.
Fólkini bóðu um umhugsunartíð og hava nú - eins og ákæruvaldið - 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast til Eystara Landsrætt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald