Ein áttandi limurin í stóra bretska andstøðuflokkinum, Labour, boðar nú frá at hon ikki longur er limur í flokkinum hjá Jeremy Corbyn.
Tað er tjóðartingslimurin Joan Ryan, sum boðaði frá hesum á Twitter.
- Eftir fjøruti ár havi eg tikið eitt trupult val um at lima meg úr Labour-flokkinum, skrivar hon.
Í staðin fer hon nú upp í óhefta bólkin, sum í gjár varð skipaður av nú sjey fyrrverandi limum í gamla arbeiðaraflokkinum.
Mánadagin boðaðu teir sjey tjóðartingslimirnir frá á einum tíðindafundi, at tey eru farin úr Labour og hava skipa sín egna bólk. Tað er søguligt, tí so nógv fólk eru ongantíð fyrr farin úr einum flokki samstundis, skrivar Reuters.
Tey fýlast ikki bert inn á leiðsluna í Labour-flokkinum, men eisini á ta vantandi leiðsluna yvirhøvur, tá tað snýr seg um bretsku brexit-avgerðina annars.
Tey sjey lýsa seg sum óheft, men ikki er vist, at tey fara at atkvøða saman. Í sambandi við heilt stóra spurningin í bretskum politikki, eru tey tó samd, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald