Innanlands

Útoyggjar gera høvuðsstaðin ríkari

Enn ein gevandi løta í høvuðsstaðnum, tá skipað varð fyri væleydnaðum tiltaki við livandi tilfeingi og dygdarhandverki í Perluni og Reinsarínum seinasta vikuskiftið. Ein kann við vissu sanna orðini, at útoyggjar gera høvuðsstaðin ríkari um somu tíð sum høvuðsstaðurin savnar útoyggjar. Hvør av øðrum liva má.

Millum mongu luttakararnar á tiltakinum

Millum mongu luttakararnar á tiltakinum "Livandi tilfeingi" í Perluni vóru eisini hesi trý úr Kongsgarði í Haraldsundi, Gunnhild, Sjúrður og Kári. Myndir Jan Müller

2023-11-30 18:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani umhvørvið og umstøðurnar í eini av gomlu gøtunum í Havnini, Tórsgøtu eru betraðar og bøttar um, hevur verið skipað fyri alskyns tiltøkum bæði innan- og uttandura.

Eitt av hesum afturvendandi og fjølbroyttu tiltøkunum í hesum aldargamla býarpartinum  hevur nú í fleiri ár verið  framsýning og søla av livandi tilfeingi og handverki úr øllum Føroyum. Tiltakið varð í Perluni og Reinsarínum seinasta vikuskiftið og var sera væl vitjað. 

Talan var um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av ymsum forkunnugum føroyskum mati og staðbundnum dygdarhandverki úr útoyggjum og bygdum nær og fjar kring landið. Tey vitjandi kundu uppliva livandi verkstøð, har tilfar, rávøra og amboð vórðu víst í verki, og eisini var høvið at keypa staðbundnu vørurnar. Nógvar oyggjar og bygdir vórðu umboðaðar eitt nú Svínoy, Kalsoy, Kunoy, Sandoy, Skúvoy,  Saksun, Gásadalur  fyri bert at nevna nøkur av plássunum.  

Tey, ið luttóku í ár, vóru:

Alma á Lava
Brikolasj 
Daysi Lagos Joanesarson
Dúvugarðar í Saksun
Elin K. Jacobsen
Erla Matras Jensen
Herborg Torkilsdóttir
Hoyskorsgarður í Svínoy
Joel Coel
Kongsstovan í Haraldssundi
Mary Tindskarð
Maudsa køkshavi
Miðstovugarðurin á Sandi
Minna
Poulina Eliasen
Signabøgarður 
Stakkavík úr Klaksvík
Tari
Uppistova á Trøllanesi
Uttastovugarðurin á Sandi
Útistovugarðurin í Skúgvi
Útistovugarðurin á Trøllanesi 
Æsa Tróndardóttir Frýdal

Myndir: Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder