Eisini á Dungasandi verður framúr góða og FIFA-góðkenda graslíkið lagt á vøllin.
Á Dungasandi hava tey eisini valt væl umtóktu tundurfylluna til nýggja vøllin. Tundur er umhvørvisvinarligt og er eisini betur fyri tey, sum íðka á vøllinum, enn gummifyllan.
Arbeiðið at leggja nýtt graslíki á byrjaði í gjár og fyrrapartin í dag var longu stórur partur av vøllinum grønur.
(Mynd: Føroya Møblasøla)
Gongur alt væl og veðrið heldur sær, so verður arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á liðugt longu í næstu viku.
Tá hesin vøllurin er handaður, eru nærum allir vøllir á Vágoynni skiftir út og eru teir allir uttan gummi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald