Mentan

Enn ein heiður til føroyskan stuttfilm

Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin fáa rós fyri teirra lut í ”Ikki illa meint”

2020-01-06 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stuttfilmurin ”Ikki illa meint” hjá Andriasi Høgenni hevur fingið enn eitt herðaklapp.

Hesaferð er tað ikki filmsleikstjórin, men leikararnir í filminum, Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin, sum verða róstar fyri sítt spæl í filminum.

Tað er tíðarritið Close-up Culture, sum hevur gjørt ein lista yvir bestu avrikini í stuttfilmum í 2019.

Og her kemur ”Ikki illa meint” á eitt 11. pláss á listanum yvir 30 tey bestu avrikini. Um avrikið hjá teimum báðum skrivar miðilin: ”Mariann Hansen and Sissal Drews Hjaltalin portray a painfully awkward meeting between two old friends at a supermarket”, ið best kann týðast sum ”... ein pínliga klombrutan fund millum tær gamlar vinkonur í einum handli”.

”Ikki illa meint” hevur fyrr, sambært imdb.com, fingið átta tilnevningar til ymsar filmsvirðislønir, og hevur vunnið tríggjar ferðir.

Filmurin varð valdur til besta film á Cannes Film Festival, fekk áskoðaravirðislønina frá Odense International Film Festival og so varð Sissal Drews Hjaltalin vald til besta hjáleiklut á Princeton Independent Film Festival. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder