
Matstovan Koks hevur vunnið sær enn eitt skelti at hanga upp á bróstið sum prógv fyri, at talan er um eina av mest serstøku matstovunum í Norðurlondum.
Í gjár fekk Johannes Jensen, stjóri fyri Gist & Vist, handað eitt lítið hvítt skelti við trimum grønum rundingum á. Hetta sum prógv fyri, at Koks er millum tær mest burðardyggu matstovurnar í Norðurlondum.
Tað er matguidin, ið kallast 360°Eat Guide, sum handaði hetta prógvið. Umframt Koks í Føroyum, fingu eisini níggju aðrar matstovur úr Danmark, Svøríki og Finlandi eitt líknandi skelti.
Men stigagevingin fyri at fáa henda heiður vísir, at Koks er tann næstbesta matstovan í Norðurlondum á hesum økinum. Bara heimskenda matstovan Oaxen í Svøríki fær betri karakter, Oaxen fær 92 út av 100 møguligum stigum – Koks fær 91.
Handanin fór fram á matstovuni á Fotografiska savninum í Stockholm. Umframt at kjósa hesar burðardyggu matstovurnar, vóru eisini aðrar handanir.
Ársins slóðari, 360°Pioneer 2021, gjørdist kendi danski kokkurin, Rasmus Kofod, Geranium í Keypmannahavn.
Ársins kokkur, 360°Chef 2021, gjørdist Jacob Holmström, Gastrologik í Stockholm.
Ársins ungi kokkur, 360°Young Chef 2021, gjørdist Luna Ladefoged, Molskroen.
Ársins fiskamatstova, 360°Seafood 2021: Under í Lindesnes í Suðurnoregi. Tað er henda matstovan, ið liggur 4,5 metrar undir sjóvarmálanum.
Ársins upplivilsi, 360°Experience 2021, Swedish Country Living, Köpmannebro í Svøríki, ein matstova, ið liggur langt úti í skóginum í Svøríki.
Johannes Jensen, Gist & Vist, uttast til høgru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald