2020-06-29 18:50
”Ver hjá mær, Jesus” eitur nýggjur sangur, sum countrysangarin Karstin Danielsen úr Klaksvík júst hevur lagt út á sosialu miðlarnar.
Tónleikurin er upptikin í USA og sangurin í Føroyum.
Talan er um sálmin ”Jesus don’t give up on Me”, sum Cowbou Jack Clement skrivaði saman við Alex Zanetis. Hank Williams innspældi sangin í 1969 og Charley Pride í 1971. Aðrir sangarar hava eisini spælt hann inn.
Føroysku orðini til Karstin Danielsen hevur Jóhan við Neyst sett saman.
Sjónbandið sæst á Youtube. Tað er Magni Frederiksen, sum hevur tikið upp og sett saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald