
Fyri trimum vikum síðani varð Turkaland rakt av deyðiligasta jarðskjálvtanum, landið nakrantíð hevur upplivað, og í dag var eystari partur av Turkalandi raktur av enn einum stórum jarðskjálvta.
Jarðskjálvtin, sum er máldur til yvir fimm á Richter-stiganum, er tó ikki eins ógvusligur og hann, sum rakti Turkaland og Sýria 6. februar. Hann varð máldur til 7,8.
Jarðskjálvtin fyrst í hesum mánaðinum hevur kravt í minsta lagi 50.000 mannalív í Turkalandi og Sýria. Sambært Ritzau hevur jarðskjálvtin í dag kravt eitt mannalív, og 69 fólk eru løstað.
Í minsta lagi 29 bygningar rapaðu eisini í skjálvtanum, skrivar Reuters.
Økið, sum í dag var rakt, er uml. 150 kilometrar í ein útnyrðing frá økinum, sum varð rakt av skjálvtanum 6. februar. Síðani hava fleiri eftirskjálvtar eisini verið, harav ein var nærum líka ógvusligur, sum tann fyrsti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald