Uttanlands

Enn ein jarðskjálvti í Kalifornia

Hesin máldi 7,1, og er ógvusligasti jarðskjálvtin, sum hevur verið í økinum í 20 ár

Sløkkiliðsfólk royna at sløkkja eld í einum bygningi (Mynd: EPA)

Sløkkiliðsfólk royna at sløkkja eld í einum bygningi (Mynd: EPA)

2019-07-06 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið lokala tíð, varð amerikanski staturin Kalifornia raktur av enn einum ógvusligum jarðskjálvta nærindis býnum Ridgecrest.

Jarðskjálvtin varð máldur 7,1 á momentmagnitude-stiganum, og er hann sostatt ógvusligasti jarðskjálvtin, sunnari parturin av Kalifornia hevur havt í 20 ár, skrivar DR.

Hesin jarðskjálvtin er munandi meira ógvusligur, enn skjálvtin, sum rakti Suðurkalifornia hósmorgunin, lokala tíð, sum máldi 6,4 á Richter-stiganum.

Jarðskjálvtin rakti Kalifornia í gjárkvøldið klokkan 20.19 lokala tíð, 18 kilometrar frá býnum Ridgecrest millum stórbýarnar Los Angeles og Las Vegas.

Ridgecrest er harðast raktur.

Boðað verður frá, at eldur er komin í fleiri bygningar, helst orsakað av gasleiðingarbroti. Eisini verður boðað frá streymsliti og brot á vatnleiðingina.

Boðað hevur eisini verið frá einari rúgvu av persónskaðum, men tal er ikki komið á, hvussu nógv eru særd ella deyð, og sum nú er, hava ongar fráboðanir verið um deyðsføll.

Sløkkiliðið í Los Angeles hevur eisini fingið fleiri fráboðanir um húsaskaðar orsakað av jarðskjálvtanum.

Fólk merktu hann eisini í Las Vegas, har NBA-liðini New Orleans Pelicans og New York Knicks spældu venjingardyst. Fleiri áskoðarar gjørdu av at rýma av staðnum orsakað av skjálvtanum.

Eisini hava fráboðanir verið um, at fólk merktu jarðskjálvtan í Meksiko.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder