Løgreglan í Kent í útsynningspartinum av Onglandi støðgaði seinnapartin í gjár einum lastbili við nýggju fólkum í lastini, skrivar Sky News.
Bilurin varð funnin á M20-motorvegnum. Bilurin var støðgaður við býin Ashford, stutt frá munnanum á tunnlinum, sum gongur millum Ongland og Frakland.
Lastbilurin varð støðgaður bert fáar tímar eftir, at bretsku myndugleikarnir funnu ein annan lastbil við 39 deyðum fólkum umborð. Lastbilurin var á veg móti London, tá hann varð støðgaður.
Les eisini: Funnu 39 lík í lastbili nærhendis London
Løgreglan í Essex, har bilurin við 39 líkum varð funnin í gjár, hevur skrivað soleiðis á Twitter í gjár.
- Mannasmugling er ræðuligt og vandamikið brotsverk. Her er nógv, ið skal kannast.
Lastbilurin er nú fluttur av staðnum, men líkini eru framvegis umborð. Í gjárkvøldið arbeiddu tey framvegis við at eyðmerkja tey deyðu.
25 ára gamli bilførarin, sum koyrdi lastbilin, er handtikin. Hann er úr Norðurírlandi, og er skuldsettur fyri dráp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald