Ein vápnaður persónur varð sunnukvøldið handtikin nærindi golfvøllinum hjá Donald Trump í West Palm Beach í Florida, váttar løgreglan í amerikanska statinum.
Eitt fólk hjá Secret Service skeyt eftir persóninum, sum var staddur á golfvøllinum millum 460 og 360 metrar frá Trump, tá hann funnin.
Seinni fann løgreglan eina AK-47-byrsu í einum runni. Sambært amerikonsku samveldisløgregluni, FBI er sannlíkt, at persónurin ætlaði at skjóta Trump, og er talan sostatt um enn eina morðroynd, skrivar Ritzau.
Umframt byrsuna fann løgreglan eisini eitt kikarasikti og eitt GoPro-myndatól. Hildið verður tí, at ætlanin var at taka hendingina upp á film.
Persónurin rýmdi av økinum í einum bili. Eitt eygnavitni elti hann og tók myndir av bilinum, sum varð funnin av løgregluni stutt eftir, og viðkomandi var handtikin.
Sambært fleiri altjóða miðlum er talan um ein 58 ára gamlan amerikanskan mann, sum er búsitandi í Hawaii men ættaður úr North Carolina. Hetta er tó ikki alment váttað av myndugleikunum, men fleiri amerikanskir miðlar siga seg hava fingið hesar upplýsingar frá løgregluni, skrivar DR.
Starvsfólk hjá fyrrverandi forsetanum vóru skjót úti og boðaðu frá, at Trump var uttan fyri vanda, men meira var ikki upplýst.
Hálvanannan tíma seinni kom Trump sjálvur við einari fráboðan um, at hann hevði tað gott.
– Einki fer at steðga mær, skrivaði hann.
Secret Service og FBI eru nú í ferð við at kanna málið, og amerikanski forsetin Joe Biden og varaforsetin Kamala Harris verða leypandi kunnað um málið.
Hvítu Húsini siga í fráboðan, at tað er ein lætti, at Trump er tryggur.
13. juli varð Trump raktur av skoti á einum veljarafundi í Pennsylvania. Hann varð raktur í høgra oyra, og brotsmaðurin varð skotin til deyðis av fólki hjá Secret Service.
Trump var ikki tann einasti, sum varð raktur. Ein maður lat lív, og tveir aðrir persónar, sum luttóku á veljarafundinum, vórðu særdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald