Enn ein persónur hevur nú latið lív sum fylgju av álopinum á jólamarknaðin í týska býnum Magdeburg 20. desember, og sostatt er samlaða talið á deyðum nú komið upp á seks.
Tað upplýsa týskir myndugleikar sambært Ritzau.
Sætti persónurin, sum hevur latið lív, var ein 52 ára gomul kvinna, sum andaðist av sínum løstum, meðan hon var innløgd á sjúkrahúsi.
Nærum 300 persónar vórðu særdir, tá ein maður koyrdi ein bil inn í eina mannamúgvu. Ein 50 ára gamal saudiarabiskur ríkisborgari er handtikin og undir illgruna í málinum. Saudiarabia hevur fordømt álopið.
Magdeburg liggur í statinum Sachsen-Anhalt í eystara parti av Týsklandi. Býurin hevur umleið 237.000 íbúgvar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald