Uttanlands

Enn ein ráðgevi hjá Trump fingið staðfest korona

Stephen Miller, ið verður roknaður sum ein av nærmastu ráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, boðar nú frá, at hann eisini hevur fingið staðfest smittuna

Stephen Miller, ráðgevi hjá Donald Trump (Mynd: EPA)

Stephen Miller, ráðgevi hjá Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-10-07 07:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stephen Miller, ein av ovastu ráðgevunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, boðar nú frá, at hann hevur fingið staðfest korona.

Stephen Miller, ið verður roknaður sum ein av nærmastu ráðgevunum hjá forsetanum, er tann seinasti í skaranum hjá Trump at verða staðfestur positivur, eftir at Trump fekk staðfest smittuna í farnu viku.

Stephen Miller boðar frá, at hann hevur verið avbyrgdur seinastu fimm dagarnar og varð staðfestur negativur hvønn dag til og við mánadagin. Týsdagin var úrslitið tó positivt, og hann er nú í sóttarhaldi, skrivar Ritzau.

Donald Trump kom aftur til Hvítu Húsini mánadagin, eftir at hann hevði verið innlagdur á einum hernaðarsjúkrahúsi í tríggjar dagar.

Tá hann kom heim, heitti hann á amerikanarar um ikki at óttast korona og ikki at lata virusið stýra teirra lív.

Onnur í skaranum hjá Trump, sum hava fingið staðfest korona eru m.o. Hope Hicks, ráðgevi, Kayleigh McEnany, talskvinna í Hvítu Húsunum, og Bill Stephien, sum hevur ábyrgdina av valstríðnum hjá Trump.

Fleiri republikanskir senatorar, umframt kona Donald Trump, Melania Trump, hava eisini fingið staðfest smittuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder