Enn eitt republikanskt valevni er farið úr stríðnum um at gerast forsetavalevni hjá flokkinum í 2024.
Fyri góðum tveimum vikum síðani boðaði fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Mike Pence frá, at hann ikki longur er við í valstríðnum, og í nátt okkara tíð boðaði eisini Tim Scott, sentatorur úr South Carolina, frá, at hann gevst.
58 ára gamli Tim Scott hevur verið limur í Kongressini síðan 2011. Hann byrjaði sítt valstríð í mai, men tað er ongantíð eydnast honum at fáa nóg stóra undirtøku í veljarakanningunum til at gerast ein veruligur kappingarneyti hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, sum liggur fremst í veljarakanningunum.
Tim Scott sigur, sambært Ritzau, at hann ikki ætlar sær at almannakunngera, hvørjum av hinum valevnunum, hann stuðlar í valstríðnum. Hann hevur heldur ikki nakrar ætlanir um at bjóða seg fram sum varaforsetavalevni hjá nøkrum.
Nú eru bert seks republikansk forsetavalevni eftir. Tey eru Donald Trump, Ron DeSantis, Vivek Ramaswamy, Nikki Haley, Chris Christie og Doug Burgum.
Forsetaval verður í november næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald