Uttanlands

Enn ein republikanari stillar upp til amerikanska forsetavalið

Asa Hutchinson, fyrrverandi guvernørur í Arkansas, hevur verið sera atfinningarsamur móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump

Asa Hutchinson (Mynd: EPA)

Asa Hutchinson (Mynd: EPA)

2023-04-02 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn ein republikanari hevur bjóðað seg fram til forsetavalið í 2024.

Talan er um Asa Hutchinson, fyrrverandi guvernørur í statinum Arkansas.

Hutchinson sigur, sambært tíðindastovuni AP, at hann bjóðar seg fram fyri republikanarar, sum eru til reiðar at flyta flokkin frá Donald Trump, fyrrverandi forsetanum, sum eisini stillar upp.

– Eg eri sannførdur um, at fólkið vil hava leiðarar, sum venda sær til tað besta í USA og ikki bara venda sær til til tað ringasta í okkum, sigur hann.

Hutchinson, ið er 72 ára gamal, fór frá sum guvernørur í januar aftaná átta ár. Hann hevur verið sera atfinningarsamur móti Trump seinastu mánaðirnar, og sambært honum hevði tað verið sera ringt fyri republikanska flokkin, um Trump aftur gjørdist teirra valevni. Tað hevði verið ein fyrimunur fyri Joe Biden í 2024, heldur hann.

Hutchinson gerst triðja valevnið, sum bjóðar Trump av í republikanska valstríðnum. Hini bæði eru fyrrverandi ST-sendikvinnan Nikki Haley og vinnulívsmaðurin Vivek Ramaswamy.

Ron DeSantis, guvernørur í Florida, væntasta at boða frá sínari uppstilling í summar, og fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo og Tim Scott, senatorur, umhugsa eisini at stilla upp, skrivar AP.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder