Guvernørurin í North Dakota, Doug Burgum, tekur seg nú aftur í kappingini um at gerast forsetavalevni fyri Republikanararnar um eitt ár.
Hetta boðaði kampanjuskrivstovan hjá honum frá í dag. Doug Burgum er sostatt hin sjeyndi republikanarin, sum tekur seg úr stríðnum.
Valstríðið hjá honum kom sostatt ongantíð rættiliga í gongd. Burgum slapp ikki, tá nakrir av republikansku forsetavalevnunum vóru við á einum sjónvarpaðum valfundi í Miami fyrst í november.
Um orsøkina at taka seg aftur verður sagt, at hann ikki megnaði málsetningin um minst 4 prosent í undirtøku í tveimum landsumfatandi veljarakanningum.
Seks fólk – fimm mans og ein kvinna – eru nú eftir í kappingini at gerast forsetavalevni, nú fáar mánaðir áðrenn undanvalini byrja.
Tey eru Chris Christia, Ron DeSantis, Nikki Haley, Asa Hutchinson, Vivek Ramaswamy og Donald Trump.
Fyrsta undanvalið verður í statinum Iowa 15. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald