Uttanlands

Enn ein skjálvti í Turkalandi

Talið á deyðum er nú komið upp um 1.300

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-06 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggjur skjálvti, máldur til 7,7 á Richter skalanum, rakti fyrrapartin Turkaland.

Tað upplýsir jarðskjálvtafrøðiligi stovnurin fyri Evropa og Miðjarðarhavið, EMSC, fyri Reuters.

Sjálvtin var 67 kilometrar í ein landnyðring úr býnum Kahramanmaras, sum eisini liggur í sunnara parti av Turkalandi, sum varð raktur av fleiri ógvusligum skjálvtum í nátt.

Nýggjastu tølini fyri fólk, ið doyðu orsaka av ristingunum í nátt og morgun, eru komin upp á 1300. Fólk eru deyð bæði í Turkalandi og í grannalandinum Sýria.

Talan er sostatt um ógvusligastu náttúruvanlukkuna, ið hevur rakt økið síðan 1939. Tað staðfesti landsins forseti, Recep Tayyip Erdogan, í morgun, sambært Reuters.

Fyri 84 árum síðani var ein jarðskjálvti nærhendis býin Erzincan orsøk til at 32.700 fólk lótu lív.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder