Morgunin eftir, at 20 fólk vórðu skotin til deyðis í El Paso í Texas, varð boðað frá enn einum skottilburði, Hesuferð í býnum Dayton í amerikanska statinum Ohio.
Sambært DR eru níggju fólk deyð, og 16 fólk særd.
Løgreglan váttar eisini, at brotsmaðurin varð skotin og dripin á staðnum. Sambært lokalum miðlum, er hann enn ikki vorðin eyðmerktur.
Tíbetur var løgreglan longu í økinum í sambandi við øðrum uppgávum, og vóru tey tí skjót á staðnum.
Enn er ikki greitt, hvat motivið aftanfyri skjótingina var, men upplýst verður, at FBI hjálpir við kanningararbeiðnum.
Sambært lokala miðlinum Dayton Daily, hendi hetta nær við skeinkistaðið Ned Peppers, sum liggur í økinum Oregon District í Dayton.
Stutt eftir klokkan átta í morgun føroyska tíð, boðaði lokala løgreglan frá á Twitter, at tey vóru á staðnum fyri at kanna eina skjóting, sum enn var ígongd, og heittu tey á fólk um at halda seg burtur úr økinum. Løgreglan leitar eftir einum møguligum brotsmanni afturat, sum kann vera rýmdur úr økinum í einari jeep.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald