
Eigur tú nógvar pengar, eru ríkir møguleikar at sleppa av við teir í Vágsbotni, har íløgur kunnu gerast í bygningar.
Herfyri varð bygningurin, har barrin Sirkus heldur til, settur til sølu fyri 5,5 milliónir, og nú er grannabygningurin eisini settur til sølu.
Talan er um sermerkta og søguliga bygningin á adressuni Vágsbotnur 4, har virksemið hjá P/f Andrias í Vágsbotni hevur verið rikin frá í eitt mannaminni.
- Bygningurin er tvær lonir, har tann eystara lonin er umleið 118 fermetrar í trimum hæddum, har tann ovasta hæddin er loft við skráveggum. Niðasta og miðhædd hava verið nýttar til handilsvirksemi, og loftshædd er helst nýtt til umsiting/uppihald. Tann vestara lonin er umleið 115 fermetrar í tveimum hæddum. Báðar hæddir hava helst verið nýttar sum goymsla. Í tí vestaru lonini er eingin hitaskipan, stendur at lesa um bygningin á ogn.fo.
- Húsini eru upprunaliga bygd í ár 1856. Nýggj tekja er løgd á í 1992, og útveggur suðureftir hevur fingið nýggjan timburklædning í 1989. Tey eru bygd eftir tátíðar byggisiði, og bera eisini brá av hesum. Nógvir bygningslutir treingja til ábøtur, gólvið má møguliga piloterast av nýggjum og allar tekniskar innstallatiónir mugu helst gerast av nýggjum.
Á grundstykkinum stendur eisini eitt úthús, sum er umleið 17 fermetrar.
Prísuppskotið er 12 milliónir krónur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald