Mentan

Enn ein stór viðurkenning til Ræst

Lítla serføroysk/meksikanska matstovan í Gongini í Havn er komin á ’50 Best Discovery’-listan hjá ’50 Best Restaurants’

(Mynd: Ræst / Klara Jacobsen)

(Mynd: Ræst / Klara Jacobsen)

2026-07-16 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovan Ræst við Sebastian Jimenez sum høvuðskokki og Karin Visth sum høvuðstænara hevur fingið enn ein fjøður í hatti.

Í dag kunngerð virda matguide’in 50 Best Restaurants, at Ræst er við á listanum hjá teimum, sum tey kalla 50 Best Discovery.

Tað eru nógvir listar, sum geva prísir til matstovur og kokkar, og tað ber helst eisini til, at kjakast nógv og leingi um, hvør av listunum er tann mest tignarligi.

Michelin man eiga munin, munnu tey flestu halda. Men so er tað hesin, 50 Best, sum er sera trupul at koma á, tí at tað, sum navnið sigur, einans eru 50 matstovur, sum sleppa inn á listan – hóast hann seinni er víðkaður til 100.

[object Object]Sebastian Jimenéz (Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

Tað, sum Ræst í dag hevur upnátt, er at koma á ein lista við matstovum, hotellum, skeinkistøðum og víngørðum, sum verða mett at vera nakað heilt serligt, og verd at vitja. Matstovan Koks – ið, sum kunnugt, ikki longur er til – hevur eisini verið á hesum listanum.

- Tað er ein stórur heiður fyri okkum, at Ræst og Føroyar eru komnar á landkortið í hesum savninum av einastandandi støðum í heiminum. Vit hava stórar ætlanir við hesi lítlu matstovuni á heimsins útjaðara, og henda viðurkenningin er eitt týdningarmikið stig á okkara leið, sum júst er byrjað, sigur Sebastian Jiménez í tíðindaskrivi frá 50 Best.

Her verður greitt frá, hvussu Sebastian kom til Føroya at arbeiða á Koks fyri síðan at gerast høvuðskokkur á Ræst, har hann brúkti smakkirnar úr heimlandi sínum, Meksiko, at blanda upp í tann uppruna føroyska matin, so at smaksupplivingin gjørdist til nakað heilt serstakt.

[object Object]Karin Visth (Savnsmynd: Beinta á Torkilsheyggi)

50 Best leggur eisini dent á, at meksikanski kokkurin longu hevur fingið 2 út av 3 knívum frá The Best Chef Awards har hann eisini fekk eina Next Gen virðisløn. Eisini verður víst á, at White Guide hevur mett Ræst at vera 6. bestu matstovu í danska ríkinum, og at Sebastian frá donskum matummælarum hevur fingið virðisløn fyri ársins rætt.

- Tað er ongin loyna, at vit vilja blanda okkum millum tey stóru, og henda viðurkenningin er eitt týðandi stið fyri okkara matstovu. Vit vóna, at hetta fer at hjálpa okkum víðari til at gera Føroyar til eitt ferðamál í heimsflokki at vitja, sigur Karin Visth, sum hevur ábyrgdina av víngoymsluni hjá matstovuni, ið er mett at vera millum heimsins bestu av Star Wine List stendur at lesa í tíðindastkrivinum.

210 matstovur kring heimin eru við á ársins lista kallaður 50 Best Discovery. Matstovurnar eru valdar út at koam á listanum sambært atkvøðum, sum tær hava fingið frá yvir 3.000 matummælarum/-dómarum hjá 50 Best.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder