Tveir persónar í Danmark eru nú staðfestir smittaðir við visursjúkuni apupokur.
Tað váttar Statens Serum Institut fyri Danmarks Radio í morgun. Tað hendi, tá Anders Fomsgaard, professari og yvirlækni var á vitjan í sendingini Go'Morgen Danmark.
- Vit funnu tann næsta tilburðin í gjár, og vit kanna nú trý fólka afturat, sum eru undir illgruna, segði hann í sendingini.
Í gjár varð fyrsti tilburðurin staðfestur hjá einum manni, sum hevði verið og ferðast í Gran Kanaria.
Spania er eitt av teimum londunum í Evropa, har flestu tilburðir av sjáldsomu virussjúkuni eru staðfestir. Til samans eru 80 tilburðir skrásettir í fleiri evropeiskum londum, skrivar dr.dk.
Apupokur eru vanliga ikki vandamiklar fyri fólk, og ganga yvir eftir umleið tvær vikur.
Talan er um eina virussjúku, í slekt við vanligar pokur, ið kann finnast hjá bæði fólkum og dýrum. Apupokur hava verið kendar í Afrika í fleiri ár, men eru óvanligar í Europa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald