Innanlands

Enn ein útgáva av whisky frá Einar’s

Fjórða whisky frá distillarínum í Klaksvík

(Mynd: Einar’s Distillery)

(Mynd: Einar’s Distillery)

2021-07-23 10:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag kemur fjórða útgávan av Einar´s whisky á marknaðin, sum er úr Oloroso Sherry tunnum.

966 fløskur komu burturúr hesari tappingini og styrkin er 51 prosent.

Hendan verður at fáa hjá Rúsdrekkasøluni, í Duty Free á flogvøllinum, og umborð á Norrönu.

Prísurin á hesum whiskyútgávunum hjá Einar’s liggur um 1000 krónur fyri hálvan litur fløsku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder