Veljarakanningarnar eru tættar í hesum døgum, nú løgtingsvalið 31. august nærkast.
Í kvøld kunngerð Sosialurin eina nýggja veljarakanning sum Gallup Føroyar hevur gjørt. Men longu nú er ein partur av kanningini kunngjørdur á in.fo.
Kanningin er gjørd í tíðarskeiðinum 17. august til 21. august, og hon vísir at um val hevði verið í dag, hevði andstøðan vunnið valið 17-16. Hetta er sama úrslit sum aðrar kanningar seinastu dagarnir hava víst.
Hóast tað, so stendur Javnaðarflokkurin til at blíva størsti flokkur við 24,2 prosentum av atkvøðunum og 8 sessum. Hetta eru líka nógvir sessir sum seinasta løgtingsval, men flokkurin gongur aftur við einum lítlum prosentstigi.Fólkaflokkurin fær eisini átta sessir við 22,1 prosentum, tveir sessir fleiri enn í dag.
Sambandsflokkurin gongur ein sess fram í mun til løgtingsvalið seinast, og fær sambært kanningini sjey sessir og 20,2 prosent av atkvøðunum.
Tjóðveldi er tann flokkurin sum gongur mest aftur, og fer frá sjey tingsessum niður á seks tingsessir. Flokkurin fær 18,3 prosent av atkvøðunum.
Miðflokkurin og Framsókn fáa tveir tingsessir í part við ávikavist 5,9 og 5,4 prosent.
Sambært kanningini missir Sjálvstýri báðar sínar tingsessir og fær bert 2,9 prosent av atkvøðunum.
Nýggju flokkarnir Framtakið og Føroyaflokkurin koma ikki inn um tinggátt, um ein skal trúgva kanningini, sum Sosialurin hevur kunngjørt á in.fo.
Portalurin kunngjørdi í gjár eina kanning sum Spyr.fo hevur gjørt. Síggj kanningina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald