Innanlands

Enn ein við tungum fóti

Glyvursvegur er langur og breiður, men tað er bert loyvt at koyra 50 km/t

Glyvursvegur á Argjum (Savnsmynd: Google Maps)

Glyvursvegur á Argjum (Savnsmynd: Google Maps)

2024-01-05 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er bert loyvt at koyra 50 km/t, men tað hendir seg meira enn so, at bilførarar hava hug at trýsta fótin á spitaran, og javnan verða bilførarar eisini tiknir av løgregluni á strekkinum.

Talan er um Glyvursveg, sum er strekkið frá rundkoyringini við Brúnna um Sandá, og niðan á Hamaran á Argjum.

Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan málrættað átak á strekkinum, og tá var ein bilførari sum datt í felluna. Hann koyrdi 67 km/t, og fær eina bót fyri tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder