Uttanlands

Enn eitt álop á russiskt øki

Ein drona rakti í morgun eina løgreglustøð í russiska landslutinum Bryansk – Sambært lokala guvernørinum er tað Ukraina, sum stendur aftanfyri

Løgreglustøðin í Trubchevsky (Mynd: The Moscow Times)

Løgreglustøðin í Trubchevsky (Mynd: The Moscow Times)

2023-07-31 09:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun framdi Ukraina enn eitt dronuálop á russiskt øki.

Ein ómannað drona rakti ein bygning í Trubchevsky-økinum í russiska landslutinum Bryansk, sum liggur á markinum til Ukraina.

Talan var um eina løgreglustøð, sigur Alexander Bogomaz, guvernørur. Eingin fólkaskaði var, men tekja og vindeygu fingu skaða, sigur hann sambært The Moscow Times.

Seinastu vikuna hava trý dronuálop verið framt á Moskva, seinast í gjár. Sambært lokalu myndugleikunum er tað Ukraina, sum stendur aftanfyri, men Ukraina hevur ikki tikið ábyrgd fyri álopini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder