Uttanlands

Enn eitt eldgos á Reykjanesi

Hetta er sætta gos í økinum innan fyri stutta tíð

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2024-02-08 06:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er aftur farið at goysa á Reykjanesi í Íslandi. Um hálvgun seks tíðina í morgun gjørdist virksemið í undirgrundini virkið, og umleið klokkan seks sást grýti koma úr einum opi, skriva íslendsku miðlarnir RÚV og Morgunblaðið.

Fyrst varð sagt, at opið var skamt vestan fyri Fagradalsfjall. Nú verður sagt, at tað er nærhendis seinasta opinum, umleið ein kilometur frá Grindavík. Enn er ov tíðliga at siga nakað um hvussu stórt gosið er, og um nakar vandi er á ferð.

Hetta er sætta gosið á Reykjanesi innan fyri stutta tíð.

Morgunblaðið skrivar, at nýggja gosopið er nærhendis opinum, ið tók at goysa 18. desember. Tað goysti í tríggjar dagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder