Innanlands

Enn eitt eldgos nærhendis Grindavík

Í morgun fór aftur at goysa á Reykjanesi. Íbúgvarnir í Grindavík vórðu fluttir burtur í gjár

(Mynd: Mbl.fo)

(Mynd: Mbl.fo)

2024-01-14 09:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um átta tíðina í morgun fór aftur at goysa á Reykjanesi, nærhendis býin Grindavík.

Síðani klokkan 3 í nátt hava ein røð av smáum jarðsjálvtum verið, og fjallið Torbjørn hevur flutt seg 20 centimetrar í sambandi við útbrotið.

Longu í gjár vóru tey 4000 fólkini sum búgva í Grindavík, flutt burtur.

Íslendskir jarðfrøðingar vænta, at sprungan hesaferð verður ættiliga long. Á myndum sæst ein lang strípa av groyti.

Hetta er fimta eldsgos á Reykjanesi síðani 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder