Innanlands

Enn eitt innbrot í miðbýnum í Havn

Men vakmyndatól førdu til at løgreglan visti, hvørjum tey skuldu fara eftir. Fólkini hava viðgingið stuldurin

Tað er í miðbýnum í Havn, at innbrotini verða framd (Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

Tað er í miðbýnum í Havn, at innbrotini verða framd (Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

2024-02-27 09:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri innbrot hava verið í Havnini seinastu dagarnar, men eru nøkur av teimum seku í øllum førum funnin.

Í gjár fekk løgreglan fráboðan um innbrot í einum handli, sum liggur nærhendis Mikkeller, har tvey innbrot eru fráboðaðu seinastu vikuna. Pengar vóru eisini stolnir í hesum førinum. Vakmyndatól í handlinum gjørdu, at løgreglan sá hvørjum farast skuldi eftir.

Farið var eftir fólkunum, og tey viðgingu, at tey høvdu verið har og stolið pengar, og viðgingu eisini at tey høvdu brotið inn í Mikkeller.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at fimm av innbrotunum nú eru uppklárað, og at ákæruvaldið nú tekur støðu til, hvat skal henda víðari í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder