2024-12-03 07:31
Enn einaferð hava tey staðfest slit á samskiftiskaðali, hesaferð millum Finnland og Svøríki. Tað váttar svenski tilbúgvingarmyndugleikin, MSB.
- Vit vita at eitt brek er á kaðalinum, tað fingu vit staðfest seint í gjárkvøldið, váttar eitt talsfólk í MSB fyri Aftonbladet.
Svenska fjarskiftisstýrið fylgir støðuni, og hevur kunnað stjórnina, MSB og verjuna, sigur eitt talsfólk fyri stýrið.
Sagt verður, at hesaferð er skaðin hendur uppi á landi í Finnlandi.
Talan er um ein kaðal hjá GlobalConnect, og tey eru farin í gongd við at bøta kaðalin aftur nú.
Tað kann ikki avvísast, at talan er um tilætlað herverk, sigur svenska kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald