Uttanlands

Enn eitt koppingarevni góðkent í USA

USA hevur, sum tað fyrsta landið í heiminum, góðkent koppingarevnið hjá Moderna – Koppingarevnið væntast at verða góðkent av ES í januar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-20 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

12. desember fekk koppingarevnið hjá Pfizer og Biontech skundgóðkenning í USA, og fríggjadagin fekk koppingarevnið hjá Moderna líknandi góðkenning.

Sostatt hevur USA nú góðkent tvey koppingarevni til brúk í landinum. Leygardagin varð fyrsta sendingin hjá Moderna send av stað til fleiri enn 3.700 støð í USA, og væntandi kemur hon fram mánadagin.

Áðrenn ársskiftið, skal Moderna, sambært avtalu við amerikonsku stjórnina, hava veitt teimum 20 mió. skamtar.

USA er fyrsta land í heiminum at góðkenna koppingarevnið hjá Moderna.

Sambært Moderna, er teirra koppingarevni 94,1 prosent effektivt. Tó tykist tað at rigga betri fyri yngri fólk. Í kanningunum sá mann, at evnið riggaði á 95,6 prosent av teimum, sum vóru yngri enn 65 ár, meðan tað bert riggaði á 86,4 prosent av teimum, sum vóru eldri.

Mánadagin 21. desember fer ES væntandi at góðkenna koppingarevnið hjá Pfizer og Biontech, og koppingarevnið hjá Moderna verður helst góðkent 6. januar, skrivar Ritzau.

Hesi bæði koppingarevnini eru eisini tey dýrastu, sambært einum lista, sum varð almannakunngjørdur á Twitter fríggjadagin.

Les eisini: Prísir avdúkaðir: Koppingarevnið hjá Moderna er dýrast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder