Uttanlands

Enn eitt korona koppingarevni til fólk í vandabólki

Heilsumálaráðið í Danmark kunngjørdi í gjár, at fólk í vandabólki nú hava møguleikan at blíva koppsett

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-09-08 17:10 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Fólk í aldrinum 65 ár og eldri, og fólk, ið eru úsett fyri at gerast álvarsliga sjúk, kunnu frá 1. oktober blíva koppsett í Danmark, ímóti koronu og influensu.

Sambært heilsumálaráðnum í Danmark, er koppingarevnið serliga ætlað fólkum við kroniskari lungasjúku, diabetikarum og barnakonum.

Heilsumálaráðið viðmælir øllum teimum, ið eru í vandabólki at fáa sær hetta koppingarevnið. Hetta er tí, at roknast kann við størri smittu spjaðing, tá farið verður inn í vetrarhálvuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder