Í morgin, mikudagin 16. mars, kemur verður møguleiki at hoyra nýtt frá sangskrivaranum Mourits Mohr Joensen.
Talan er um sangin “Titrandi sansir”, sum er tað næsta av trimum løgum hjá Mouritsi, ið koma út í vár. Fyrsta lagið, “Litfagrir fuglar”, kom út 12 februar, og 19. mai kemur út “Lívið er handað”
“Følv” eitur útgávan við hesum trimum sangunum, sum Mourits Mohr Joensen gevur út umvegis útgávufelagið Tutl.
Upptøkurnar er gjørdar í Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.
“Titrandi sansir” er eitt kærleiksfult popplag, sum er skrivað í apríl mánaði í fjør.
Hesaferð er tað Edith Dahl Jakobsen, ið syngur. Hinir tónleikararnir eru Benjamin Petersen (guitar), Mikael Blak (bass), Janus Kampmann (dobro), Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).
Permumyndina hevur abbadóttir Mouritsar, Jórun Davidsen, teknað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald