2019-11-02 18:43
Løgreglan nýtti leygardagin táragass og vatnkanónir í royndini at temja ringasta ófriðin í Hong Kong í fleiri vikur.
Mótmælisfólk í túsundatali vóru farin á gøtuna at mótmæla, eftir at kinesiska stjórnin lovaði at tátta takið í ófriðarliga býarríkinum.
Mótmælisfólkini gjørdu herverk á handlar í býnum, og royndu at seta eld á metrostøðir. Tá so løgreglan royndi at fáa mótmælisfólkini burtur, gjørdist støðan bert verri.
Løgreglan nýtti táragass og vatnkanónir, meðan mótmælisfólkini kastaðu við steinum og molotovfløskum í samanbrestinum.
Hetta er 22. Vikuskifti rað at mótmælisfólk eru á gøtuni fyri at mótmæla kinesisku ávirkanina í Hongkong
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald