Mentan

Enn fleiri barnabøkur frá Ingun Christensen

Útgávutiltak fyri nýggjari barnabók og tveimum nýggjum sagnarbókum verður í Hósvík leygardagin

2019-09-12 16:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ingun Christensen, rithøvundur úr Hósvík, hevur givið nýggja barnabók út, ”Marin fær ein lítlabeiggja”, og í tí sambandi verður útgávutiltak fyrrapartin leygardagin í Hósvíkar skúla á Mentanardøgum í Sunda kommunu.

Á tiltakinum verður upplestur úr nýggju bókini, og til ber at keypa bøkur hjá rithøvundinum fyri serprís.

Eisini verður í stuttum sagt frá bókunum hjá Ingun Christensen, og tvær nýggjar sagnarbøkur til ung, sum koma út nú, verða sýndar fram og til keyps, tær eru ”Húsfrúgvin í Húsavík” og ”Løgmansdóttirin á Steig”.

Tiltakið er fyri børn og vaksin, sum eru von at lurta eftir søgum.

Um Marin-bókina
Nú er fitta gentan Marin aftur at hitta í ”Marin fær ein lítlabeiggja” eftir Ingun Christensen. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina.

Í hesi bókini hoyra vit um nýggja lívið hjá Marini sum stórasystir og skúlagenta. Vit hitta aftur kulu dadduna Randi, vinkonuna Amaliu, blíðu langommuna og fitta Snar. Beiggin grætur øgiliga illa, hevur klikk í búkinum og verður næstan seldur á Facebook – men tá ið avtornar er hann heimsins fittasti lítlibeiggi.

Í bókini ”Marin og Hjartavætturin” hoyrdu vit um Marina, sum ofta kendi seg einsamalla, tí foreldrini høvdu so ringar stundir. Tí gav langomman henni eina løgna dukku, ein hjartavættur.

Ingun Christensen skrivar bøkur til børn og vaksin. Umframt bøkurnar um Marina hevur hon eisini skrivað bøkurnar ”Eiturkoppaprinsessan”, ”Rani - vár og vónir”, ”Rani - Ein nýggj byrjan”, ”Skuggamyndir”, ”Garðvættrarnir gera uppreistur”, ”Annika í Dímun” og ”Katrin í Toftum”.

Tíðindaskriv frá Bókadeild Føroya Lærarafelags

Les eisini blogg hjá Ingun Christensen um tær báðar nýggju sagnarbøkurnar

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder