Eftir at hava fundast um málsøkjabýti í 12 tímar fóru teir tríggir formenninir sum í hesum døgum samráðast um nýggja samgongu til hús um ellivu tíðina í gjárkvøldið. Og enn er eingin avtala gjørd um nær teir skulu hittast aftur.
- Eg dugi ikki at síggja fleiri møguleikar enn teir, sum hava verið á talvuni í dag, men sikkurt er onkur møguleiki, sum kann loysa knútin. Men lat okkum síggja, vit mugu taka tað uppaftur tá høvið býðst, segði Bárður á Steig Nielsen í gjárkvøldið.
Samgonguskjalið er komið uppá pláss, men semja fekst ikki í gjár um hvørji málsøki flokkarnir skulu hava.
VP skrivar, at Miðflokkurin ynskir tveir landsstýrissessir, og tað hevur við sær at Sambandsflokkurin bara fær tríggjar landsstýrissessir. Hetta gevur avbjóðingar, skrivar miðilin.
Væntandi taka Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin samráðingarnar uppaftur seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald