2024-05-13 16:27
Strandfaraskip Landsins kunnu enn ikki siga, hvussu verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum fer at ávirka tænastuna hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan skrivar á heimasíðuni, at tey í løtuni kanna, hvussu ið verkfallið fer at ávirka frameftir.
- Fyrispurningur er sendur til fakfeløgini, ið lýsir ivamálini hjá SSL, men tað er ikki greitt enn, um SSL fær undantøk. Tí ber ikki til í løtuni at siga, hvussu ið tænastan verður komandi dagarnar, skrivar ssl.fo.
Standferðslan kunnar so hvørt á heimasíðuni, og broytingar í ferðaætlanum verða eisini sendar út umvegis SMS og gula breddan á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald