Uttanlands

Enn ongin vandi fyri kjarnorkuverkinum

Sambært ukrainska kjarnorkustovninum, er tamarhald á støðuni á Zaporizjzja-verkinum eftir at byrging varð sprongd í nátt

Dnepr áin floymir yvir áarbakkarnar í Kherson-landslutinum (Mynd av Twitter)

Dnepr áin floymir yvir áarbakkarnar í Kherson-landslutinum (Mynd av Twitter)

2023-06-06 08:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjarnorkustovnurin í Ukraina upplýsir í morgun, at spreingingin av Nova Kakhovka byrgingini har suðuri í Ukraina kann verða til vanda fyri kjarnorkuverkið Zaporizjzja.

Men fyribils er tamarhald á støðuni, skrivar Reuters.

- Neyðugt er við vatni frá Kahkovka-byrgingini fyri at verkið kann fáa streym til turbinu kondensatorarnar og til trygdarskipanina á ZNPP (Zaporizjzja-værket, -red.), skrivar Energoatom í einum boðum á nettænastuni Telegram.

Kjarnorkustovnurin upplýsir víðari, at nóg mikið av vatni er í goymsluni hjá kjarnorkuverkinum. Neyðugt er við vatninum at køla kjarnorkureaktorarnar.

- Klokkan 08.00 er vatnstøðan 16,6 metrar, sum er nóg mikið til tørvin hjá verkinum, skrivar Energoatom.

Ein líknandi fráboðan kom eisini frá serfrøðingunum á altjóða kjarnorkustovninum, IAEA.

Haðani ljóðar, at stovnurin heldur eyga við støðuni við byrgingina. Men at tað ikki er nakar beinlsiðis vandi fyri trygdini á Zaporizjzja-verkinum, skrivar IAEA á Twitter.

Nova Kakhovka liggur í Dnepr-ánni.

Hon heldur 18 rúmkilometrar av vatni, sum verður brúkt til køling av Zaporizjzja. Byrgingin veitir eisini vatn til Krim hálvoynna.

Vandi er fyri vatnflóð í økinum undir byrgingini. Í morgun eru myndugleikarnir farnir í gongd við at flyta fólk burtur úr økjunum, sum eru í størsta vanda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder