Innanlands

Enn onki virksemi í Hoydølum

Bygningarnir standa tómir, og formliga hevur Listafólkasambandið ikki fingið nakað hús

Mynd: LISA

Mynd: LISA

2019-03-06 15:04 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Nú hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi, segði Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýrisfólk, tá tað 3. juli í 2018 varð kunngjørt, at LISA og Tjóðsavnið skuldi fáa bygningarnar.

Men enn standa bygningarnir tómir. 

Í telduposti váttar Mentamálaráðið, at Listafólkasambandið ikki hevur fingið nakran bygning frá Mentamálaráðnum enn. 

- Listafólkasambandið hevur enn ikki formliga fingið handað nakað hús í Hoydølum, men arbeitt verður við hesum, staðfesta tey. 

Í uppskotinum hjá Listafólkasambandi Føroya til bygningarnar var uppskot til fíggjarætlan, fyri at tey kundu hava tað virksemi, sum tey ynsktu í Hoydølum. Marita Dalsgaard, forkvinna í Listasambandinum, sigur umvegis telefonina, at tann fíggjarætlanin verður tillagað nú, tí tey hava fingið minni pláss í Hoydølum, enn upprunaliga uppskotið legði upp til. Upprunaliga ætlanin varð gjørd fyri allar bygningarnar, men LISA skal húsast saman við Tjóðsavninum í Hoydølum. 

Ongin játtan fylgt við enn 
Enn fylgir ongin játtan við í uppskotinum. Tað váttar fulltrúi í mentamálaráðnum. 

- Sum er, fylgir eingin játtan við. Tó so, so er ein upphædd sett av til at halda bygningarnar heitar. 

Í fundarfrásøgn frá fundi, ið var 5. februar í ár ímillum umboð fyri LISA, Tjóðsavnið og Mentamálaráðið, sæst eisini, at ongin peningur er settur av til fyrireikingararbeiði. 

- Tær kr. 800.000 sum vórðu játtaðar á Eykajáttanarlóg í des. 2018 eru enn, av ymiskum orsøkum, óbrúktar. Tær fara tí í aftur landskassan, stendur millum annað í frásøgnini. Samstundis verður sagt, at roynt verður at fáa uppskotið við á eykajáttanarlóg í 2019. 

Annars er ætlanin, at leiguinntøkur frá Tórshavnar kommunu, sum leigar fyribils upsettu lonirnar til dagstovn, skulu brúkast til at umvæla bygningin fyri. Tað verður eisini nevnt í fundarfrásøgnini, at aðrar inntøkur eru í eygsjón. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder