Innanlands

Enn vón fyri Varpinum

Mentanarhúsið Varpið var ikki á fíggjarlógini við aðru viðgerð, men politikkarar úr Norðoyggjum leggja broytingaruppskot fram til triðju viðgerð í morgin

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2023-12-17 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er vón fyri, at Varpið fær pengar á fíggjarlógini, hóast samgongan ikki hevur raðfrest nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík á hesum sinni.

Politisk semja hevur verið um, at landið letur 17 milliónir krónur í íløgustuðli til Varpið, og higartil eru 12 milliónir krónur goldnar. Væntað varr so, at tær írestandi fimm milliónir krónurnar vórðu á fíggjarlógini hesuferð, men soleiðis var ikki tá løgtingið samtykti fíggjarlógina við aðru viðgerð mikudagin.

Mánadagin verður triðja og endaliga viðgerð, og okkurt røkist fyri at ting kunnu flyta seg. Norðlýsið skilir, at andstøðutingfólk úr Norðoyggjum, Beinir Johannesen, Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, Árni Skaale og Steffan K. Poulsen, fara at leggja broytingaruppskot fram, so at Varpið fær pengar.

Triðja viðgerð av fíggjarlógini byrjar klokkan 10 mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder