Føroyski rithøvundurin Jógvan Isaksen fær ársins Petrona virðisløn fyri bestu norðurlendsku krimiskaldsøgu, týtt til enskt í 2023.
Tað kunnger The Petrona Award í dag. Jógvan fær virðislønina fyri krimiskaldsøguna “Deydningar dansa á Sandi” frá 2011, sum í ensku týðingini hjá Maritu Thomsen hevur fingið heitið “Dead Men Dancing”. Fyrsta skaldsøgan á enskum var “Krossmessa” við enska heitinum “Walpurgis Tide”. Í báðum førum er tað Norvik Press, sum hevur givið út ensku týðingina.
“Dead men Dancing” er ein Hannis Martinsson-søga, sum snýr seg um, at ein deyður maður verður funnin í sjóvarmálanum, og hetta skapar óró í lokalsamfelagnum. Hetta er bert onnur skaldsøgan hjá Jógvani Isaksen, ið er týdd til enskt. Fyrsta skaldsøgan á enskum var “Krossmessa” við enska heitinum “Walpurgis Tide”. Í báðum førum er tað Norvik Press, sum hevur givið út ensku týðingina.
Í grundgevingini sigur dómsnevndin millum annað, at hon er hugtikin av, hvussu staðsetingin gerst ein integreraður partur av søgugongdini, og hvussu náttúruvakurleikin í Føroyum virkar sum spegilsmynd av tankum og gerðum hjá persónunum í skaldsøguni.
Hannis Martinsson, høvuðspersónurin í søguni, verður sammettur við norska krimifigurin Varg Veum hjá Gunnar Staalesen.
Dómsnevndin er eisini hugtikin av týðingini hjá Maritu Thomsen, og sammetir hana við skotska málførið. Týðingin verður eisini løgd sum grund fyri at heiðra hesi bókini, verður sagt.
The Petrona Award er ein ensk bókmentavirðisløn, ið heiðrar serliga norðurlendskan krimi-skaldskap. Norðurlendskar krimi-søgur eru ein serstøk sjangra innan bókmentir. Virðislønin er stovnað til heiðurs fyri Maxine Clark, sum var ein íðin ummælari av norðurlendskum krimisøgum. Maxine Clark, sum doyði í 2012, skrivaði síni ummæli á ein blogg kallaður Petrona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald