
Árligi Eplafestivalurin verður 2. oktober 2021 á Sandi. Gleði tykkum til ein deiligan, bygdasligan og hugnaligan dag við góðum fólki og góðum mati.
Á skránni er m.a. góður matur úr føroyskum rávørum, góður tónleikur, stand-up, barnatiltak við gyklarinum Rógva, keypsbásar, pubb og dansur um kvøldið.
Dagurin byrjar kl. 10 við at Sands Kommuna bjóðar til eitt stórt ókeypis morgunmatarborð við føroyskum rávørum í hølunum hjá kommunuskrivstovuni á Mørkini Miklu 3.
Gongutúrur byrjar kl. 11 við Gamla Skúla. Sølustøð lata upp kl. 12 ymsastaðni á Sandi. Her verða góðar føroyskar rávørur til sølu – eitt nú føroyskt grønmeti og føroyskt kjøt. Harumframt verður millum annað djóragarður, loppumarknaður, uppboðssøla av seyði, kajakkrógving, eplakastkapping og ymisk barnatiltøk. Um kvøldið verður dansur í Virkinum við bólkinum Reyn. Dagurin endar, tá síðstu gestirnir fara heim.
Heimamatstovur og -konsertir
Ongin eplafestivalur, uttan ein góðan bita við føroyskum rávørum. Í ár eru fleiri heimakaféir at vitja, har til ber at støkka inn á gólvið og fáa ymiskan mat úr góðum føroyskum rávørum.
Fýra hugnaligar heimakonsertir verða ymsastaðni í bygdini og eitt stand-up tiltak verður við Elisu Vang.
Tónleikararnir sum framføra eru HORRSE (Ragnar Finssom), Sámal Ravnsfjall, Janus á Húsgarði og Herborg Torkilsdóttir. Atgongumerki verða seld á heimasíðuni hjá Visit Sandoy. Um atgongumerki eru eftir, tá tiltøkini byrja, verða tey seld við dyrnar.
Eplakast
Eystanfyri húsini hjá Arabo, á stykkinum har brunnurin stendur, verður kapping í eplakasti. Talan er um longdarkast fyri kvinnur, menn, gentur og dreingir. Tilmelding er á staðnum og vinningar verða givnir fyri longsta kast.
Tiltøkini á eplafestivalunum eru ókeypis, tó er kostnaður fyri stand-up og heimakonsertirnar, 50 krónur hvør.
Meira kunning um Eplafestivalin og skráin sæst á facebook síðuni hjá Eplafestivalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald