Tjóðskaparsinnaða forsetavalevnið, Sinan Ogan, sum gjørdist nummar trý á forsetavalinum í Turkalandi herfyri, gevur nú sitandi forseta, Recep Tayyip Erdogan, sín stuðul.
Hetta kann fáa stóran týdning til valið sunnudagin, tá turkisku veljararnir skulu atkvøða av nýggjum, hesaferð millum tey bæði valevnini, sum vingu fleat atkvøður í fyrsta umfari, tá tað ikki eydnaðist nøkrum at koma upp um tey kravdu 50 prosentini.
Valið stendur millum sitandi forseta, Recep Tayyip Erdogan, og andstøðuleiðaran, Kemal Kilicdaroglu, sum fingu ávikavist 49,5 og 44,9 prosent av atkvøðunum í fyrsta valumfari 14. mai.
Á tíðindafundi í Ankara í dag boðaði Sinan Ogan frá, at hann nú gevur Erdogan sín fulla stuðul, og tað merkir helst, at flestu teirra, ið atkvøddu fyri honum, nú eisini fara at geva Erdogan sín stuðul. Ogan fekk 5,2 prosent av atkvøðunum í fyrra valumfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald