Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan tykist framvegis at vera ímóti, at Svøríki og Finnland gerast partur av verjusamgonguni Nato.
Samráðingarnar millum Nato, Svøríki og Finnland hesa vikuna hava ikki livað upp til forvæntningarnar, sigur hann við turkiska miðilin TRT Haber.
Hann sigur, sambært Ritzau, at londini eru óærlig og stuðla yvirgangsfelagsskapum, og so leingi hann er leiðari í Turkalandi, kann landið ikki siga ja til, at lond, sum stuðla yvirgangi, gerast partur av Nato.
Turkaland heldur, at Finnland og serliga Svøríki eru ov lagalig, tá tað kemur til kurdiska felagsskapin PKK, sum er á listanum yvir yvirgangsfelagsskapum hjá bæði ES, USA og Turkalandi.
Sendifólk úr bæði Svøríki og Finnlandi vóru í Turkalandi mikudagin, har teir royndu at fáa eina avtalu við Turkaland, men hetta bar ikki á mál.
Skulu Svøríki og Finnland gerast partur av Nato, er neyðugt við undirtøku frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum.
Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at Svøríki og Finnland herfyri tóku avgerð um at søkja um Nato-limaskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald