Turkaland stuðlar leiðarunum í Hamas, sigur turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan.
– Eingin kann fáa okkum at flokka Hamas sum ein yvirgangsfelagsskap. Turkaland er eitt land, sum tosar opið við leiðarar í Hamas, og sum stuðlar teimum.
Soleiðis segði Erdogan í Istanbul í gjár, tá hann umrøddi Hamas og Ísrael, skrivar Ritzau.
Turkiski forsetin hevur áður umrøtt Hamas sum frælsisfelagsskap og lagt Ísrael undir at fremja krígsbrotsverk. Eisini hevur hann samanborið ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu við Hitler.
– Er tað nakað, sum Netanyahu ger, sum er øðrvísi enn Hitler? Nei, segði Erdogan m.a. í desember.
Netanyahu svaraði aftur, at Erdogan er tann síðsti, sum eigur at tosa við Ísrael um moral.
– Erdogan fremur fólkamorð móti kurdum, og hann hevur heimsmet í at fongsla journalistar, sum eru ímóti stýri hansara, segði Netanyahu m.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald