2019-04-02 09:20
Stjórnarflokkurin hjá Tayyip Recep Erdogan í Turkalandi, AKP, hevur mist meirilutan í høvuðsstaðnum Ankara og í stórbýnum Istanbul. Tað veit France 24 at siga um fínteljingina eftir lokalval sunnudagin.
Flokkurin eigur enn meirilutan, men hann hevur mist tveir sera týðandi býir.
Hetta er fyrstu ferð síðani islamiski flokkurin varð stovnaður í 2001, at flokkurin ikki hevur átt meirilutan í høvuðsstaðnum Ankara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald