Í morgin verður val í Turkalandi, og sitandi forsetin, Recep Tayyip Erdogan lovar, at valdsskiftið verður friðarligt, um hann tapir.
– Her í Turkalandi koma vit til valdið á demokratiskan hátt, sigur hann.
Sambært NTB stúra nógvir turkar fyri, at Erdogan ikki fer at geva valdið frá sær, um hann tapir forsetavalið, men Erdogan sigur, at um Turkaland ikki vil hava hann at halda fram í forsetasessinum, fer hann at gera tað, sum fólkaræðið krevur.
Sjálvur væntar Erdogan, sum hevur sitið sum forseti síðan 2014, at hann fær eitt valskeið afturat, skrivar Ritzau.
Greinarar vænta, sambært CNN, at valluttøkan verður methøg, og at tað verður tætt millum Erdogan og fremsta valevnið hjá andstøðuni, Kemal Kilicdaroglu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald